FLOGBÓLTUR
Fyrst í november og 12. Desember. Hetta eru dagarnar, tá Dráttur spældu dyst, og eisini tá endaði við einum 5-settara, sum Dráttur í báðum førum vann. Men á triðja sinni skuldi ikki ganga. Drátturskvinnur vóru á vitjan hjá Mjølnir, og tær úr Klaksvík vildu ikki liggja og kappast við TB um næstaftasta plássið, so tær løgdu hart fyri, og vunnu so eisini móti endanum, sjálvt um tað mangan stóð á gomlum nøglum.
Tøtt uppgerð í Klaksvík
Eftir at gestirnir, ið vóru byrjaðar væl betur, ruku avstað við fyrsta setti, var tað sum um at Mjølnir raknaði við aftur, og úrslitið útibleiv heldur ikki.
Bæði annað og triðja sett tóku Mjølnirskvinnur sær av, og hóast tað var tepurt, sá ein avgerð út til at koma í fjórða setti, men tað vildu Drátturskvinnur øðrvísi, og vunnu tær so eisini settið. Nú stóð á jøvnum, og eitt fimta og avgerandi sett skuldi tískil spælast. Fimta settið vann Mjølnir, og tískil eisini dystin 3-2.
Lætt hjá ÍF í Havn
Í Havn høvdu sera ungu Fleyrgenturnar vitjan av rutineraðu ÍF-kvinnunum, og tað skuldi eisini vísa seg at rutinan vann á ungdóminum, tí ÍF vann við trimum settum móti ongum.
Fleyr nýtir, so at siga sama lið í Meistaradeildini, sum tær gera í kvinnuunglingum, og tað er sjálvandi torført hjá so ungum gentum, at gera nakað við rutinerað lið sum tildømis ÍF, ið hevur fleiri leikarar, ið hava spælt flogbólt í skjótt ein mansaldur.
Mjølnir vísti styrki
Síðsta dyst teir spældu, vóru fólk bilsin um, at Fleyr kundi vinna á oddaliðnum SÍ. Og byrjaðu fleiri so smátt at hugsa um at tað var gjørligt hjá Fleyr at vinna okkurt í ár – nakað, ið var rættuliga fjart úr huganum, áðrenn stigini vórðu hálverað.
Fleyr var um vikuskiftið á vitjan í Klaksvík, har Mjølnir bíðaðu klárir og tendraðir. Og so mikið tendraðir hava teir verið í Klaksvík, tí endin gjørdist, at Mjølnir vann dystin 3-1. Gestirnir byrjaðu annars best, og vunnu eisini fyrsta settið, men so knústu Mjølnir Fleyr, og settmunurin sigur ikki heilt so lítið.
Úrslit um vikuskiftið
Meistaradeild kvinnur:
Fleyr-ÍF 0-3 (14-25, 12-25, 18-25)
Mjølnir-Dráttur 3-2 (16-25, 25-21, 25-23, 21-25, 17-15)
Meistaradeild menn:
Mjølnir-Fleyr 3-1 (20-25, 25-13, 25-14, 25-15)