40 ára gamla Renee Zellweger hevur tó noktað at fara á enn ein fitikur, sum hon annars gjørdi undan hinum báðum filmunum um Bridget Jones. Sjónleikarinnan hevur ístaðin kravt, at hon skal hava eina sonevnda ?fatsuit? ístaðin. Altso eina drakt innan undir klæðunum, sum ger, at hon sær feit út.
Bæði í 2001 og í 2004 fór Zellweger nógv fram til innspælingarnar, men tað var trupult at fáa yvirvektina av aftur. Tað skrivar enska blaðið Reveal.
Hon hugsar eisini um tær fylgjur, tað hevur fyri kroppin at svinga so ógvusliga í vekt innan so stutta tíð. Til tann seinasta filmin um Jones, tók Zellweger 13 kg uppá.
Leysatíðindi vilja annars vera við, at tað verður tørvur á eini stórari fitidrakt til komandi filmin, tí Bridget Jones verður eftir øllum at døma við barn.
Bæði Hugh Grant og Colin Firth vera helst eisini við í trý´aranum, men hetta er framvegis ikki váttað.