Enn ein føroyingur vorðin ph.d.

Mánadagin 4. apríl vardi Annika Helgadóttir Davidsen ph.d. ritgerð sína við Psykologisk Institut á Københavns Universitet. Ritgerðin er um royndir við bólkaviðgerð fyri etingarólag. Ritgerðin kallast: “Group psychotherapy for eating disorders: A randomized clinical trial and a pre-treatment moderator and mediation analysis”

 

Arbeiðið hevur verið gjørt á Psykoterapeutisk Center Stolpegård og á Institut for Psykologi, Københavns Universitet.

 

Vegleiðarar hava verið: 
Marianne Lau, dr.med. yvirlækni á Psykoterapeutisk Center Stolpegård
Mette Waaddegaard, ph.d. yvirlækni á Psykoterapeutisk Center Stolpegård
Stig Bernt Poulsen, lektari á Institut for Psykologi, Københavns Universitet.

 

Í metingarnevndini vóru: 
Jan Nielsen, lektari á Institut for Psykologi, Københavns Universitet, formaður 
Rolf Holmqvist, professari við Linköpings Universitet 
Kim de Jong, lektari við Universiteit Leiden

Verjan gekk væl og vardi í slakar 3 tímar, skrivar Granskingarráðið.

 

Ritgerðin byggir á 3 vísíndaligar greinar, harav ein er útgivin og kann lesast her. Hinar greinarnar eru ávegis.