Enn ein føroyingur til íslendskan fótbólt

Áleyparin á føroyska u21-landsliðnum, Jákup Thomsen, skiftir nú til íslendskan fótbólt. Jákup Thomsen skal restina av hesum kappingarárinum spæla við FH Hafnarfirði. Hann verður sostatt liðfelagi hjá Gunnari Nielsen og Branduri H. Olsen.

 

Jákup Thomsen hevur annars sáttmála við FC Midtjylland, sum altso leigar hann út til Íslands. Farna kappingarár var Jákup Thomsen leigaður út til Thisted, sum spældi í Nordic-Bet liguni.

 

Íslendska landskappingin er okkurt um hálvrunnin, og FH liggja á fimta plássi í bestu deildini, átta stig aftan fyri Valur, sum liggur á odda. FH endaði nummar trý í Úrvaldsdeildini í fjør. Jákup Thomsen fær tí møguleikan at royna seg í evropiskum fótbólti, tá FH 19. juli skal spæla móti FC Lahti úr Finlandi í Europa League.

 

- Hetta er ein møguleiki hjá Jákupi at vísa seg fram og halda fram við at menna seg sum fótbóltsspælara, sigur Svend Graversen, ítróttarstjóri í FC Midtjylland við heimasíðu felagsins.

 

Sáttmálin hjá Jákupi Thomsen við FC Midtjylland gongur út á sumri 2022.