Triðja bókin í røðini "Mær er sagt um ein stað" hjá Petur Jacob Sigvarsen er júst komin í bókabúðirnar. Har eru 70 nýggir sálmar. Av teimum eru 61 upprunaligir og níggju týddir sálmar.
Haraftrat eru 15 fyrilestar, sum umrøða tættir í kristnu trúarlæruni. Teir eru týddir úr donskum og norskum eftir Kaj Jensen, presti, prósti og biskupi og Olavi Valen-Sendstad, teologi, filosoffi og presti.
Í teimum trimum bókunum í røðini "Mær er sagt um ein stað" hevur 89 ára gamli Petur Jacob Sigvardsen givið okkum tilsamans 402 sálmar og sangir.
Av teimum eru 252 upprunaligir, og 150 eru týddir. Fyrsta bók í hesari røð kom í 2010, og nummar tvey kom í 2017. Forlagið Búgvin er útgevari, og Edvard Fuglø hevur prýtt permumyndina.
Tónaskaldið Knút Olsen hevur gjørt løg og útsetingar til 65 av sálmunum hjá Petur Jacobi, og júst í hesum døgum verða upptøkur gjørdar í Havnar kirkju til tvær fløgur við umleið 30 av sálmunum.
"Mær er sagt um ein stað 3" er 248 blaðsíður og kostar 300 krónur.