Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, bjóðar seg nú fram til løgtingsvalið komandi.
- Eg eri nú valdur tvær ferðir inn í kommunustýrið í Eysturkommunu, og nú eri eg tilreiðar at bjóða meg fram til løgtingsvalið. Upprunaliga hugsaði eg at bíða eitt sindur enn, men tað følist nátúrligt at taka hetta næsta stigið nú, sigur Jóhan Christiansen í morgun.
Jóhan Christiansen ásannar, at tað er ikki lætt at verða valdur fyrstu ferð, men hevur kortini góðar vónir.
- Tjóðveldi hevur sum er einki umboð norðan fyri Havnina, so eg vóni, at tjóðveldisfólk kunnu savnast um eitt umboð her norðuri, sigur hann.
Jóhan Christiansen gjørdist toppskorari í Eysturkommunu við 133 atkvøðum við kommunuvalið í 2012.
Tjóðveldi hevur siðvenju fyri at hava umboð í Eysturoynni. Flokkurin hevur havt umboð í øllum førum síðani Signar á Brúnni varð valdur í Løgtingið í 1970. Hann sat inntil 1980, tá Petur Reinert varð valdur inn í staðin fyri hann. Signar á Brúnni tók tó plássið aftur í 1984, og varð afturvaldur á hvørjum vali inntil hann ikki stillaði upp aftur í 2002. Tórbjørn Jacobsen, ið sat sum varamaður á tingi meðan Signar á Brúnni var landsstýriðmaður frá 1998 til 2000. Torbjørn var valdur inn á ting í 2002 og sat inntil hann legði frá sær í 2011.