Áskoðarafjøldin til hondbóltsdystirnar hevur ikki áður verið so stór, sum hetta kappingarárið. Orsøkin er sjálvandi, at positiv tíðindi frættast í sambandi við hondbóltin. Eitt av endamálunum hjá HSF er eisini uttan iva at gera hondbóltin meira áhugaverdan - tað ræður um at gera hann so áskoðaravinarligan fyri at fáa betri og betri undirtøku og sostatt meira pengar, møguleikar og avbjóðingar.
Hetta hevur eisini eydnast rættiliga væl higartil í ár, sum Hans Holm so væl útgreinaði tað til útvarpaðu steypadystirnar fyri stuttum. Og so hin síðan...
Birgir Sondum er ein sentralur trupulleiki fyri flest øll, sum hava eitthvørt við hondbólt at gera. Hann hevur nærum einsamallur ferð eftir ferð oyðilagt dystir, soleiðis at áskoðararnir øsast, og tað hendir seg eisini, at liðini ilskast inn á hvørt annað av dømingini einans. Skaðin, áðurnevndi dómari hevur elvt sær sjálvum gjøgnum tíðina er vorðin so stórur, at bara tað, at hann er á vøllinum vekir nógv niðurbrótandi minni, og samarbeiðið millum spælararnar og dómaraparið verður hareftir.
Óskiljandi er tað, at hesin sami dómarin vil gera seg sjálvan so illa umtóktan millum manna bara fyri at sleppa at døma nakrar dystir fyri at fáa nakrar fáar hundrað krónur, ella hvat tað so er, hann er úti eftir? Tað má undir øllum umstøðum vera ógvuliga fáur, sum hevur nøkur rósandi orð at bera hesum manni sum dómara. Stutt sagt, so hava vit ilt við at fáa eyga á tað argumentið, sum gevur honum rætt til at kollvelta fleiri dystir í føroysku hondbóltskappingini.
Tað er tann væl nøgdi áskoðarin og leikarin, sum geva hondbóltinum ta mennandi framtíðina!
Vestmanna t. 12. 3. '99
1. manslið hjá VÍF










