Fyrradagin gjørdist greitt, at Arsenal hevur selt liðskiparin, Cesc Fabregas, til Barcelona. Í dag hevur Arsenal kunngjørt, at Emmanuel Eboue hevur spælt sín seinast dyst fyri London felagið.
Heimasíðan hjá Arsenal skrivar, at felagið er komin ásamt við turkiska felagið, Galatasaray, um ein prís fyri fílabeinsstrandingin, sum kom til Arsenal í 2005. Prísurin liggur sambært The Guardian um 30 milliónir krónur. Bretskir miðlar vænta eisini, at Samir Nasri verður seldur áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.
Arsenal skal í kvøld spæla ímóti Italska Udinese í Champions League. Tann er seinasta umfar áðrenn farið verður til bólkaspælið.