Stóra altjóða húðrøktarfyritøkan Biotherm nýtir myndir úr Føroyum á lýsingapallum sínum. Serliga er tað á Instagram-kontuni hjá fyritøkuni, at myndir, tiknar í Føroyum, verða nýttar.
Myndirnar eru ikki beinleiðis knýttar at vørunum hjá Biotherm, men millum lýsingarnar fyri vørurnar eru eisini náttúrumyndir úr Føroyum, onkrar berar, aðrar við teksti á.
Eitt nú eru myndir av Múlafossi í Gásadali, Pollinum í Saksun, Risanum og Kellingini og Drangunum í Stórasundi.
Upprunin til vørurnar hjá Biotherm er frá nøkrum keldum í Pyrenneunum í suður-Fraklandi. Síðani hevur Biotherm lagt stóran dent á at varðveita hetta tilknýti til vatn, og tað man vera við hesum í huga, at tey, sum taka sær av Instagramkontuni hjá felagnum halda, at Føroyar passa væl inn.
Tað er vakurleikafyritøkan l’Oreal, sum eigur Biotherm.
Seinastu tíðini hava vit sæð alsamt fleiri altjóða fyritøkur nýta Føroyar í lýsingaherferðum sínum, seinast varð tað Samsung, sum nýtti myndir úr Føroyum í lýsingunum fyri telefonum sínum. Munurin her er, at einki bendir á, at Biotherm sjálvi hava verið í Føroyum og tikið myndirnar, sum verða nýttar. Ei heldur frámerkir Biotherm, at myndirnar eru tiknar í Føroyum.