Mong eru tey, sum hava irriterast inn á sangirnar hjá Dr. Bombay, tá teir spældu endaleyst á hittlistunum miðskeiðis í 90’unum. Men munnu mong teirra ikki kortini nýta høvi at fara at lurta, tá hann leygarkvøldið fer á pall í Luux.
Rúni Djurhuus sigur, at tað er fyrst og fremst fyri at fáa lív í fjøldina, at eigararnir hava bjóða Dr. Bombay til Føroya.
- Vit halda, at hann kann fáa lív í, og at vit kunnu fáa eitt stuttligt kvøld við Dr. Bombay. Hann hevur fangandi sangir, sum vit kenna, og sum man verður í góðum lag av, sigur hann.
Seinastu tíðina hava fleiri eldri stjørnur spælt í Luux. Her fyri vóru Inner Circle og East 17 og tað er ikki so langt síðani, at E-Type eisini var á vitjan.
- Tað skal ikki vera nøkur loyna, at tað er bíligari at fáa gamlar stjørnur enn nýggjar hendan vegin. Tað síggja vit eisini á festivalunum, at tað ofta er ringt at fáa nýggj aktuell nøvn. Voxbotn hevur tó hvørt ár havt eitt aktuelt navn sum Medina, LOC, John Martin og ikki minst í ar við Otto Knows, men tað er ringt, sigur Rúni Djurhuus.
Men tíma fólk at lurta eftir hesum gomlu landaplágunum?
- Ja, tað sær út til, at tey gomlu nøvnini fáa smílið fram á fólki og fáa tey at minnast góðar, gamlar dagar, sigur Rúni Djurhuus.










