Prísurin fyri at fáa bólkar til Danmarkar er vorðin dýrari, og tí verða atgongumerkini til Roskilde Festivalin 2009 eisini dýrari, enn tey hava verið. Atgongumerkini vóru dýr í ár, men til festivalin í 2009 fara atgongumerkini upp við átta prosentum, ið vil siga, at eitt atgongumerki til ? Dyrskupladsen? kemur at kosta 1785 kr., sigur DAGBLADET Roskilde.
Talsmaðurin Espen Danielsen sigur, at útreiðslur sum heild eru vorðnar nógv dýrari í ár, men prísir til aðrar festivalar eru farnir nógv longri upp, enn prísirnir hjá Roskilde eru.
Hann sigur eisini, at sum útgangsstøði verða teir eyka pengarnir bert brúktir til at rinda bólkunum fleiri pengar.
Sølan av atgongumerkjum til festivalin byrjar sum vanligt longu 1. desember, men enn er onki navn almannakunngjørt.









