Veðurforsøgnirnar hjá DMI siga, at vindurin minkar seint seinnapartin og í kvøld, men kortini máta veðurmátararnir hjá Landsverki storm kring landið.
Í Suðuroynni er framvegis nógvur vindur. Á Fámjinsvegnum er 35 m/s, og tað eru 32 m/s á Porkershálsi. Á Brekkuni Stóru á Sandi eru 26 m/s. Í Mykinesi og á Sandavághálsi eru 27 m/s.
Á Norðadalsskari eru 40 m/s, og tað eru 36 m/s á Streymnesi, meðan mátararnir siga 30 m/s við Gjáarskarð. Við Velbastaðháls eru 36 m/s, meðan tað eru 26 m/s á Glyvursnesi og 27 m/s í Kaldbaksbotni.
Tað eru 37 m/s á Oyndarfjarðarvegnum, og 27 m/s á Kambsdali. Í Syðradali eru 27 m/s, og tað sama er á vegnum til Viðareiðis.










