ENJO fingið norrøna "Svana" góðkenning

Á íslendsku framsýningini "Rakstur 2004", sum var í Fífuni í Kópavogi, fekk fyritøkutænsatan ENJO tann 22. oktober handaðan "Svanan", ið er norrønt umhvørvismerki, sum íslendingar hava havt lut í síðan 1991

ENJO í Íslandi fekk norrønu "Svana-góðkenningina" fyri at vera fremst við besta kvaliteti á tilfarinum og við framúr góðu úrslitunum av reingerðingini.

Svanurin er almenn Norðurlendsk umhvørvismerking. Í 1989 tók Nordisk Ministerråd avgerð um eina felags almenna umhvørvismerking í Norðurlondum, har Svanin varð valdur sum symbol. At byrja við fevndi skipanin um londini: Norra, Svøríki, Finnland og Ísland. Danmark kom við í skipanina í 1997.

Norrøna Svana góðkenningin ber prógv um at ENJO er fremst bæði tá ið ræður um góðsku á ENJO tilfarinum og úrslitinum av reingerðini.

Svanurin, sum er norrønt umhvørvismerki, sum íslendingar hava havt lut í
síðan 1991, umfatar nú eisini umhvørvis- og góðskuviðurkenning fyri ymsar
reingerðarvørur.

Slíkar viðurkenningar fyri reingerðarfyritøkur eru eisini
gjørdar og má roknast við, at um allar reingerðarfyritøkur í Norðurondum
fylgdu hesum viðurkenningum, vóru umleið 35-45 túsund tons av
reingerðarevnum spard á hvørjum ári.

Sjálvsagt hevur Svanurin eisini eftirlit við, at góðskan hjá reingerðarfyritøkunum verður óbroytt.

ENJO hevur nú staðið Svana-viðurkenningina og harvið vunnið sær rætt til at nýta umhvørvismerkið Svanan. Tað er ein staðfesting av, at ENJO ger eitt gott arbeiði, bæði hvat viðvíkur tilfari, umhvørvismálum og reingerð.