ENI boringin eitt vónbrot

Landsstýrismaðurin í oljumálum leggur upp til, at oljujfeløgini fara at bora djúpri í komandi boringum

Tíðinaskriv

Leitibrunnur 6004/17-1, ið boriskipið Belford Dolphin borar fyri ENI samtakið og Føroya Kolvetni á loyvisøki 002, er liðugt boraður.

Borað er gjøgnum ætlaðu leitimiðini og boringin steðgaði á 3847 metra dýpd. Afturvendandi boritrupulleikar hava ávirkað og seinkað boringina nakað.

Tekin um olju ella gass hava ikki verið at sæð í brunninum, sum í løtuni verður læstur. Mátiúrslit og tilfar úr brunninum verða neyvt kannað komandi mánaðirnar.

Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, sigur: ?Úrslitið er eitt vónbrot, men ikki altavgerandi fyri oljuleiting á føroyska landgrunninum. Fleiri boringar skulu gerast komandi árini, og tá verða vónandi eisini leitimið, ið liggja djúpari, havd í huga. Oljuleiting á føroyskum øki heldur fram og í løtuni verða nýggjar arbeiðsskráir fyri 9-ára loyvini avtalaðar millum Oljumálaráðið og loyvishavararnar. Samstundis eru Oljumálaráðið og Jarðfrøðisavnið farin undir at fyrireika 2. Útbjóðingarumfar, og eg rokni við, at oljuleitingin einaferð fer at geva vónaðu úrslitini.?