Engin aldur

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Tað er altíð so øgiliga synd í teimum gomlu. Ella, sum tey sjálvi so sjálvrættvíst kalla seg: vit ungu, sum eru vorðin eitt sindur eldri.

Fólkapensjónin hevur verið ov lítil frá fyrsta degi, tá Dam kom við henni við Tjaldrinum úr Danmark.

Og nú skal hon aftur minka gjøgnum bakdyrnar, tí aldurin skal upp fyri at bjarga málinum hjá Niclasen, einki hall í 16.

Men hví skulu ung, sum eru vorðin 50 ár eldri, fáa almennan stuðul? Politikkurin er annars at strika allan almenna stuðul uttan til ferðavinnuna, sum gevur níggju krónur aftur fyri eina og fiskivinnu, sum gevur eina krónu aftur fyri níggju.

Ognarskatt vil eingin hoyra um. Men frívirðið í borgunum hjá pensjónistunum hevði fylt væl í landskassanum, so væl, at botnurin ikki sást longur. Ella nøkur prosent, nakrar promillur bara, afturat í arvaskatti.

Nei, sjálvandi ikki.

Fólkapensjónin er ov lítil til døgurðan í heimsins dýrasta landi. Óført, so fitna tey ungu, sum eru vorðin eldri, ikki, og eldarbyrðan lætnar. Skilagóður politikkur, haldi eg.

Loysnin er sera einføld. Latið fólk arbeiða til tey doyggja. Sum frøðingurin segði í Útvarpinum: gomul fólk hava lyndi til at doyggja. Á arbeiðsgevaramáli kallast tað nátúrlig frágongd.

Hví skulu fólk gevast at arbeiða á trýfjórðingsleið?

Tí so er ikki pláss fyri teimum ungu á arbeiðsmarknaðinum. Gevið teimum ungu fyritíðarpensjón. Har er ikki aldursmark. Og eingin hevur kannað, um nakar kemur á arbeiðsmarknaðin, hvørja ferð, ein ungur, sum eru vorðin eldri, fer haðani.

Hækka pensjónsaldurin. Er tað tøkkin fyri at hava bygt upp samfelagið til tað, sum tað er? Tað, sum tað er? Ein undirskotsforrætning, sum kroniskt er við at fara á heysin. Vorðið sum uppbygging.

Undirskot hvørt ár, uttan tá danir og hatta IMF krevja yvirskot. Tað er ikki so ofta,, tíverri.

Men tað vilja tey ungu, sum eru vorðin eldri, hava bæði løn og eftirløn fyri. So væl spælir vælferðarklaverið tó ikki. Tað er ikki stemmað í ein mansaldur, hóast tey, sum nú eru vorðin eitt sindur eldri, hava stemmað hvørja ferð øll árini.

Nú sá eg ikki partarnar 1 til 10 av talksjóvinum hjá tí kristna trúboðaranum Breivik. Eg má royna at fáa teir við, tá teir verða endursendir. Ella gera sum við Gekkinum, tá stundir ikki eru at síggja hann. So er at taka hann upp og seta seg við honum seinni.

Men eg sá fólkapensjónistin Peter Belli nú eitt kvøldið. Tað var ein hálvthundrað ára jubileumskonsert, jubileum, hóast eingin var deyður. Peter Belli var heimskendur í Danmark, tá eg var ungur. Ikki minst fyri sítt síða hár. Minnist, at eitt blað skrivaði, at hárið var 33 sentimetrar. Fjølmiðlarnir vóru tá, eins og nú, óførir at koma við slíkum stórtíðindum.

Peter Belli er nógv meira enn bara ein vanligur, keðiligur poppsangari. Hann er eisini rokk- og bluessangari, sera góður enntá. Konsertin í sjónvarpinum var frálík, góð løg, góður tónleikur og góður sangur. Men eingin doyði. Eitt óvanligt jubileum.

Peter Belli arbeiðir framvegis, hóast hann er farin upp um pensjónsaldurin (føddur í 1943). Men hann hevur ikki troðkað nakran ungan sangara av pallinum.

Okkara pensjónsaldur er 67. Og vit fáa ongantíð politikarar, sum hava so frægt av ryggi og nossum, at tey tora at broyta tað talið.

Ein pensjónsnýskipan hevur verið á veg í 67 ár. Hon er útsett og kemur um tvey ár.

Flaggdagurin varð hildin aftur í ár, hóast einki hevur verið at flagga fyri síðani 1945, uttan á hálvari stong kanska.

Og pensjónsaldur er eingin aldur longur.