Engell: Áhugavert signal frá A,B og C

Vónar at síggja eitt landsstýri eftir valið, sum fer at fylgja eini pragmatiskari samstarvskós heldur enn eini konfrontatiónskós


Løgtingsvalið


Sum skarpur eygleiðari í politikki heldur Hans Engell, at nógv bendir á, at løgtingsvalið fer at vera sera javnt millum teir fýra stóru flokkarnar, sum fara at vera nærum eins stórir. Tað gevur nógvar samgongumøguleikar. Avgerandi er so, hvørjar samgongur eru møguligar. Sjálvur heldur hann tað vera størri samljóð í útmeldingunum frá Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum enn tað hevur verið fyrr, verður hugt at gongdini í samráðingunum við Danmark. Ósemjan teirra millum sýnist at vera minni. Og tað er sjálvandi eitt sera týðandi politiskt signal. Hinvegin kann man siga, at samarbeiðið millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin hevur í hvussu er tá talan er um tann búskaparliga politikkin og onnur viðurskifti í Føroyum verið rættiliga væleydnað. So tað fara helst at vera nógvir samgongumøguleikar.

Hans Engell heldur annars tað vera rættiliga áhugavert at staðfesta, at Fólkaflokkurin fær minni undirtøku í veljarakanningunum, men hann hevur torført við at síggja, at tað ber til at fara uttan um hann í eini komandi samgongu. Men í síðsta enda kann so nógv henda. -Vit hava sæð í donskum politikki, at tað var mandatið í Føroyum, sum gjørdi av, hvør stjórnin bleiv. Tí kann tað eisini vera tað seinasta mandatið í t.d. Suðuroynni, sum ger av, hvat landsstýri tit fáa. Og her er so eisini spurningurin um smærri flokkarnar, sum kunnu broyta alla myndina.

Hans Engell sigur, at løgtingsvalið er eitt val, sum danir fara at fylgja við stórum áhuga. Valúrslitið fer at geva eitt týðandi boð uppá, hvussu komandi samráðingar verða millum Føroyar og Danmark.

-Valið til nýtt landsstýri fer at vera eitt týðandi signal til donsku stjórnina um, hvat man frá føroyskari síðu skal rokna við í komandi samráðingum um økt sjálvstýri. Verður tað ein konfrontatiónskós ella verður tað ein pragmatisk samarbeiðskós!

Hans Engell hevur ongan áhuga í at leggja seg út í eitt føroyskt valstríð, men tá tað snýr seg um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar í framtíðini, vónar hann, at Føroyar fáa eitt landsstýri, sum fer at leggja seg á eina pragmatiska kós við einum góðum tóna. -Sum gamal ?Nordistur? haldi eg, at tað verður bæði skomm og spell, um tað ikki ber til at loysa samráðingar á ein skilagóðan hátt.