Varpa læraran
At lýsa ein lærara í dagsins fólkaskúla átti at verið ein løtt uppgáva. Lærarin er nærlagdur, fakliga sterkur og til staðar - bæði likamliga og sálarliga. Hann er førur fyri at skapa góðar fólkaræðisligar reglur fyri spæli og øðrum, sum næmingarnir gera í skúlanum. Tímatalvan vísir honum nær og hvar, og pensum í ymisku lærugrein sigur honum hvat - tó hevur hann, innan fyri hesar karmar, frælsi til sjálvur at leggja undirvísingina tilrættis. Hvønn tíma, sum varar 45 minuttir, skal hann røkja teir 24-28 næmingarnar, sum sita í skúlastovuni. Allir hava teir ymiskan tørv og eru sosialt og fakligt á ymiskum støði. Hendan trupulleikan skal hann loysa við at taka støði í hvørjum einstøkum næmingi - tað sum á góðum námsfrøðiligum máli verður kallað at differentiera. Inni í flokkunum fær hann næmingarnar at arbeiða og síggja stórt í tí, teir gera. Fólk siga jú, at næmingarnir gerast nærlagdir og arbeiðssamir, tí teir hava ein lærara, sum kveikir.
Av 45.000 føroyingum eru einir 700 lærarar - ein rættiliga stórur samfelagsbólkur, sum eg haldi, avgjørt skal hava evni langt út um alla rímiligheit og hevur eina arbeiðsbyrðu, sum er krevjandi út um alt mark. Tað sýnist, sum eru her ongar avmarkingar. Um fólk hava hetta álitið á fólkaskúlalærarunum, er hetta samfelagsbólkurin, sum fram um allar átti at fingið hægstu tign og bestu hugsandi karmar.
Vørpan flutt
Um vit nú flyta vørpuna av læraranum og yvir á onnur, sum standa uttan fyri skúlan og fáa tey at lýsa dagsins lærara, eri eg vís í, at vit fáa eina heilt aðra lýsing enn hesa, eg her geri. Fólk hava sína egnu hugsan um læraran og eru ikki smæðin at siga hana - heldur ikki um børnini hoyra. Viðmerkingar sum: lærarar hava alt ov nógva frítíð, teir arbeiða bara hálvan dag, teir bara grenja ella gera ov lítið, eru kendar.
Um tú nóg ofta hoyrir virðisleysar viðmerkingar, eitt nú at tú ikki ert nóg góður ella dugnaligur, so fert tú umsíðir at trúgva tí. Soleiðis gongur tað við sálarligum ágangi. Sjálvandi hevur egna sjálvsvirðingin hjá lærarum nógv at siga, og hetta merkir heldur ikki, at lærararnir eru frítiknir ábygd. Men um lærarin skal vera skapandi og virkin, eru nakra avgjørdar fortreytir - tær liggja tí í læraranum sjálvum, men sanniliga eisini sum vælvild, stuðul og undirtøka uttan fyri skúlagátt.
Eg eri rødd fyri, at tað mangan eru fólk, sum standa uttan fyri skúlan, sum skapa eina skeiva mynd av læraranum. Eg veit, at tað eru mong, sum virða ein lærara, tó kemur tað alt ov ofta fyri, at lærarar ikki fáa ta virðing, teir eiga, og sum sjálvsagt gevur lærarum tiltrongda sjálvsálitið. Serliga tá hugsað verður um arbeiðsbyrðuna og ábyrgdina. Eg veit av royndum, at tað er eitt ótal av dugnaligum og nærlagdum lærarum í Føroyum, tað er tí syrgiligt, at fleiri ikki trívast og tí heldur ikki støðast.
Engagement
Fór ein dagin at leita eftir orðinum engagement í orðabókini. Leitaði eina løtu, men sá skjótt, at orðið verður ikki heilt dekkað av nøkrum einstøkum føroyskum orði. Tí fór eg at spyrja, um engagement ikki er serliga sjónligur partur av heimligu føroysku mentanini. Sjálvandi vita vit, hvat liggur í orðinum, men um vit ikki eiga orðið á reinum føroyskum, hvussu skulu vit so á skilagóðan hátt flætta tað inn í mentanina. Her hugsi eg samfelagið sum heild.
Hava vit hug at taka lut, vera virkin, íðin, liva okkum inn í ella binda okkum til, gera eitt arbeiði frálíka væl, siga okkara meining í góðum lívligum kjakast, vilja vit hava ávirkan, gera mun ella vera hugfangað? Hesir eginleikar liggja allir í hesum eina orðinum, hetta saman við eini realistiskari mynd av, hvørjar avmarkingar liggja í skipanini og okkum sjálvum.
Vit duga í ítrótti og tónleikurin blómar – men hvussu er innan grundleggjandi læring og útbúgving? Eg havi hug at halda, at her detta vit av vogninum. Hvussu nógv tíð og orka verður løgd í skúlaviðurskifti, og hvørji ítøkilig mál og ynskir verða sett av foreldrunum fyri børnini, sum stóran part av degnum verða kallað næmingar.
Eg síggi stórt í teimum, sum hava eina meining og fleiri eru tey, sum geva teirra meining til kennar, men spurningurin er, hvat vit vilja, og um hon kann brúkast til nakað, um vit ikki kenna egnar avmarkingar, og um hon ikki verður søgd á røttum stað og í rættari tíð. Her haltar kanska - bæði inn og uttan fyri skúlagátt. Kritikkur uttan at vilja loysnir, er betri køvdur.
Avmarkingarnar
Á heimasíðuni politikken.dk stóð grein, sum varpaði ljós á læraran. Bæði engagement, avmarkingar og strongd vóru evnini í nýggjari kanning, sum týski granskarin Udo Rauin, og líknandi donskum kanningum, sum Mads Hermansen professarin á Copenhagen Business School, hava gjørt.
Lærarar, ið ikki eru engageraðir og eru ófyrireikaðir, gerast skjótari strongdir. Við øðrum orðum troyttast engageraðir lærarar ikki, vísa kanningar hjá Udo Rauin. Mads Hermansen professari sigur víðari á somu síðu, at sterkastu lærararnir eru eldsálir, sum eisini hava eina realistiska mynd av avmarkingunum í tí, teir kunnu fremja í verki.
Hetta er kanska júst trupulleikin. Vit kenna omanfyri nevndu høgu krøv til hvønn einstakan lærara, og málið er sjálvsagt engageraðir lærarar, men hvør hevur eina realistiska mynd av, hvat ein fólkaskúlalærari er førur fyri at útinna í verki? Nú og tá væntar sjálvt lærarin hesi evni. Lærarin kann ikki bæði hava foreldraleiklut og læraraleiklut. Hetta er ov høg og ómøgulig krøv. Markantar avmarkingar liggja eisini í uppgávuni at røkja 24 ymiskar næmingar í 45 minuttir, har allir skulu fáa væl burturúr. Bæði hugburðurin og skipanin sjálv mugu broytast, skal undirvísingin vera nøktandi bæði fyri lærara og næming.
Tað mugu vera fleiri enn lærararnir at lyfta byrina, ið skúlin er. Um vit vilja engagement, mugu vit gera tað møguligt og vert at engagera seg. Avgerandi er, at foreldur, og samfelag sum heild eru engagerað. Tí um alsamt vaksandi krøvini kennast sum kvørkratak á læraran, er avleiðingin sjálvsøgd og eyðsýnd.










