Enekk á pall aftur við upprunamanning

20 ár síðani "Ver sterk mín sál" kom út

Flestu føroyingar munnu kennast við Enekk. Sermerkti tónleikurin hjá teimum fylti ljóðmyndina í 90'unum og útgávurnar hjá teimum vóru væl umtóktar.

 

Tað var við lagnum "Eru vit til" av fløguni Amnesty Tónar í 1991, at Enekk gjørdust kendir. Í 1993 kom fyrsta útgávan "Andlit hins tigandi" og í 1994 kom so "Ver Sterk Mín Sál." Útgávan eru løg til yrkingar eftir Janus Djurhuus.

 

Kári Sverrison, Agnar Lamhauge, Óli Olsen og Justin Philbrow mannaðu Enekk á hesi útgávuni og í sambandi við, at yrkingasavnið "Yrkingar" eftir Janus Djurhuus var givið út av nýggjum herfyri, framførdu Enekk nakrar av sínum sangum í Sirkus.

 

Teir taka nú eitt fet víðari út í almenna rúmið aftur, tá teir fara á G! at spæla komandi vikuskifti. Fyri nógvar tónleikaáhugaðar føroyingar, stendur Enekk nokk í serflokki, so hetta er væntandi eitt kærkomið høvi at hoyra teir á palli aftur.