Endurvenjing uttan kostnað

Sambært einum álitið, sum Lions Club hevur tikið stig til, so ber til at skipa tilboð til endurvenjing til eysturoyingar uttan, at tað kostar landskassanum nakað í longdini Eitt álit um endurvenjing varð í dag latið Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu við almannamálum, frá Lions Club í Eysturoy.

Álitið er skrivað av Virkisráðgeving P/F og tað er Lions Club Eysturoy, ið tók stig til álitið við hjálp frá Gikta- og Heilafeløgunum.

Ætlanin er at skipa fyri endurvenjingi á Ellis- og røktarheiminum í Runavík.

Sambært álitinum kemur hetta at kosta umleið 3,7 milliónir tilsamans fyri tey trý árini, álitið leggur upp til.

Somuleiðis stendur í álitinum, at stórur møguleiki er fyri, at ætlanirnar kunnu spara trý røktarpláss um árið, umframt at betra um lívsgóðskuna hjá fólkunum í skipanini.

Men Rósa Samuelsen vil ikki staðfesta, at peningurin verður funnin, hóast uppskotið leggur upp til, at tað onki fer at kosta landskassanum, um hann vil seta gongd á ætlanina.

- Eg fari at gera alt, tað eg kann, men tað er trupult at finna pening í løtuni, sigur hon við Rás2.