Djóradagarnir, sum vóru fyriskipaðir í Hovi í fjør, eydnaðust so mikið væl at tiltakið verður endurtikið í døgunum 15. og 16. mai. Tað er Suðuroyar Hestafelag, sum skipar fyri djóradøgunum.
Sagt verður, at um fólk hava djór, sum tey ynskja at vísa fram, kunnu tey venda sær til Suðuroyar Hestafelag á tlf. 218821.










