Endurstovna landsbankan og frysta blokkin

20 prosent av yvirskotinum á fíggjarlógini skal í ein búskapargrunn.

Nýggja landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, var millum mest atfinningarsomu røddunum, tá undanfarna samgongan avtók landsbankan. Tí var tað heldur ikki serliga óvæntað, at hon eftir valið gjørdi greitt, at eitt av málunum hjá samgonguni er at endurstovna landsbankan.


Lyftið varð endurtikið í morgun, tá landsstýriskvinnan legði fram ætlaðu broytingarnar til fíggjarlógina í 2016, og staðfesti, at landsbankin verður endurstovnaður 1. mai 2016.


Harumframt lovaði landsstýriskvinnan, at yvirskotið á 20 prosent av yvirskotinum av fíggjarlógini, verður sett til síðis í ein búskapargrunn, soleiðis at føroyski búskapurin er betri fyri og hevur tøkan pening, um ein kreppa rakar samfelagið.


Tað var ikki einasta avgerðin hjá undanfarnu samgongu, ið landsstýriskvinnan nú broytir. Nýggja samgongan við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hava nevniliga avgjørt at frysta ríkisveitingina, aftaná at undanfarna samgongan prístalsreguleraði hana.