Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur endurskoðað kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, og hevur tað við sær nakrar broytingar og batar í skipanini.
Landsstýriskvinnan hevur lagt seg eftir, at foreldur, ið fáa veitingina, tí tey hava mist eitt barn, á ein smidligan hátt kunnu venda aftur til arbeiðsmarknaðin.
Tá endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður veitt í sambandi við ansing av doyggjandi, og tann ansaði hevur verið innlagdur á sjúkrahúsi, hevur gamla kunngerðin verið ov stirvin. Frameftir verður skipanin smidligari, og veitingin kann í størri mun varðveitast, hóast tann doyggjandi er innlagdur. Eisini var gamla kunngerðin ógreið í mun til rættindi til frítíðarløn hjá teimum, sum í avmarkað tíðarskeið fáa veitingina. Nýggja kunngerðin tryggjar í størri mun, at tey, sum fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, eisini fáa veitingina, tá tey halda feriu.
Endurskoðaða kunngerðin er nú lýst og komin í gildi.
Til ber at lesa nærri um endurgjald fyri inntøkumissi HER