Endurskoða ferðaætlanina hjá Smyrli

Strandferðslan vil vita, hvør ferðaætlan tænir ferðafólkunum hjá Smyrli best.

Síðani løgtingsvalið týsdagin gav Suðuroynni fýra umboð í løgtingið, hevur onkur teirra longu ført fram sum krav, at Smyril økir um túratalið til Suðuroynna, millum annað fyri at knýta Suðuroynna nærri meginøkinum.

 

Nú trínir Strandferðslan eisini á banan og skipar fyri almennum fundi um ferðaætlanina hjá Smyrli.

 

- Strandferðslan hevur tillagað manningarviðurskiftini umborð soleiðis, at Smyril kann nú sigla frá kl 06:00 til kl 23:30 hvønn dag í árinum. Tískil metir Strandferðslan, at nú er eitt gott høvi at vita, hvat fyri ferðaætlan við Smyril tænir pendlaranum, ítróttinum, vinnuni og ikki minst ferðavinnuni best, skrivar Strandferðslan.

 

Strandfaraskip Landsins skipa tí fyri almennum fundi í Skúladeplinum í Hovi, har øll, ið vilja, fáa høvi at siga sína hugsan og gera sína ávirkan galdandi, hvat viðvíkur ferðaætlanini hjá Smyrli.

 

Hilmar Eliasen, stjóri, Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðari, og Jóhan Petur Abrahamsen, rakstraleiðari, luttaka á fundinum.