ÓLAVUR Í BEITI
Herfyri fingu allir landsstýrismenn sama fyrispurning frá umboðum javnaðarfloksins á tingi, og nú fara svarini so smátt at koma til hesar fyrispurningar. Fyrispurningarnir vóru allir um játtan og nýtslu viðvíkjandi teim ymisku málsøkjnunum hjá landsstýrismonnum, og Hans Pauli Strøm spurdi oljumálaráðharran, Eyðun Eltør, um oljumál o.a., og vildi hava eina meting av samlaðu nýtsluni innan § 9 á fíggjarlógini (Oljumál o. a.) fyri ár 2000, á øllum konti, har mett verður, at játtanin ikki fór at halda. Talan er um allar rakstrar-, lógarbundnar og aðrar útreiðslur fyri árið sæð í mun til játtanina á fíggjarlógini. Eisini vildi Hans Pauli Strøm vita, hvørji stig ætlanin er at taka fyri at tryggja, at hesar játtanir halda?
Friðingarnevndir
Í svarinum sigur oljumálaráðharrin, at illa ber til at leggja nýtsluna higartil til grund fyri metingunum fyri útreiðslurnar á § 9 restina av árinum, tí tær fella ikki javnt yvir árið. Viðvíkjandi játtanini fyri náttúrufriðingarnevndir, so er hon 240 tkr.
? Ógjørligt er so tíðliga á árinum at siga, hvussu stórt fundarvirksemið verður hjá friðingarnevndunum fyri alt árið. Fer tað at vísa seg út á árið, at játtanin ikki er nóg stór, fer at verða biðið um eykajáttan, tí friðingarnevndirnar hava skyldu at taka mál upp, ið verða løgd fyri tær, sigur Eyðun Eltør.
Spillolju
Viðvíkjandi spilloljureinsan, sigur Eyðun Eltør, at sambært sáttmálanum endurrindar landsstýrið IRF fyri hall av hesum virksemi. Til endamálið eru játtaður 2,3 mió. kr. Hetta verður møguliga ov lítið.
? Stig eru tikin til at endurskoða sáttmálan við IRF. Hvussu ein nýggjur sáttmáli kemur at verða, ber ikki til at siga í løtuni. Vísir tað seg, at játtanin gerst ov lítil, kann gerast neyðugt at biðja um eykajáttan.
Serkøn ráðgeving
Viðvíkjandi fyrisitingini, sigur Eyðun Eltør, at partar av virkseminum hjá Oljumálastýrinum eru enn so nýggir og skiftandi, at torført er at meta um útreiðslur og inntøkur. Hvørt útreiðslur og inntøkur fyri hetta fíggjarárið koma at halda ber enn illa til at siga.
? Serliga eru tað útreiðslur til keyp av serkønari ráðgeving í samband við viðgerðina av umsóknum til leiti- og framleiðsluloyvi, ið eru torførar at meta um. Tað sama er við mettum inntøkum frá umsóknargjøldum. Skuldi tað víst seg, at játtanin ikki kemur at halda, kann gerast neyðugt at søkja um eykajáttan, sigur Eyðun Eltør.