Navnalóg
Tað var í 1992, at føroyingar fingu hina nógv umtalaðu navnalógina. Í november 1999 setti landsstýrismaðurin í lógarmálum, Høgni Hoydal, eina nevnd at endurskoða navnalóggávuna. Nevndin, sum varð sett at endorskoða navnalóggávuna, varð mannað av: Anfinni Johansen, Onnu Brimnes, Marjun Bæk, Jákupi Nielsen, Sørin Pram Sørensen og Eyðbjørn Larsen. Nevndin hevur skrivað 1.juni 2001 sum dagin, tá álitið varð latið úr hondum við viðmerkingum.
Broytingar neyðugar
Tað er Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, sum umsitur málið í landsstýrinum. Hann sigur í sambandi við endurskoðaðu lógina, at tað var neyðugt at endurskoða navnalóggávuna. Hann sigur eisini, at navnalóggávan higartil hevur roynst væl, og royndirnar, sum eru higartil eru gjørdar við navnalóggávuni, vísa, at tað bæði er neyðugt við navnalóggávuni og at endurskoða hesa somu lóg. Hann kallar tað eina liberalisering av navnalóggávuni.
Hóast nevndin eftir øllum at døma varð sett longu aftur í 1999, so merkir tað ikki, at einki hevur verið at hoyrt um málið í løgtinginum.
Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, legði 3. mars í ár eitt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har varð á landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri tingið um broytingar í løgtingslógini um fólkanøvn.
Eftir viðgerð í tingi og í nevnd, so varð uppskotið samtykt, hóast ein meiriluti í rættarnevndini ikki tók undir við uppskotinum.
Lisbeth L. Petersen sigur, at tað hon helt tað vera neyðugt at gera broytingar. Hon fíltist eisini á, at navnanevndin ikki altíð virkaði sum hon skuldi. Eisini helt hon fyri, at einki uppskot var komið frá landsstýrismanninum, hóast hetta hevði verið væntandi í longri tíð.
Greiðari
Endurskoðaða navnalógin ætlar at broyta galdandi lóg á nøkrum økjum. Tað verður tó ikki nøkur grundleggjandi broyting, sum verður gjørd. Tað verður framvegis navnanevndin og í serligum førum landsstýrismaðurin, sum framvegis fara at áseta, hvussu skal vera við nøvnunum.
Tað verður sagt í viðmerkingunum til endurskoðaðu lógina, at endamálið er at gera navnalógina greiðari og harvið lættari at umsita. Eisini verður dentur lagdur á, at endurskoðaða navnalógin skal fáa til vegar heimild fyri at taka onnur fyrilit enn bert tey málfrøðiligu. Eisini verður lættari hjá ættleiddum at broyta navn. Sum heild verður tað í uppskotinum roynt at gera hana greiðari, tá nógvar atfinningar hava verið hesum viðvíkjandi.