Endursendingar loysa seg

Hyggjarin tekur væl ímóti tilboðnum at síggja føroyskar sjónvarpssendingar umaftur, staðfestir Mikkjal Helmsdal sjónvarpsstjóri út frá einari Gallup-kanning. Frameftir fær hann seks hyggjarakanningar um árið at leggja programpolitikk eftir

SJÓNVARP

Føroyskar sendingar verða endursendar bæði eina og tvær ferðir í Sjónvarpi Føroya.
Fleiri hava alment funnist at hesum politikki, men atfinningarnar verða gjørdar til skammar í einari hyggjarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri SvF.
Sambært kanningini taka hyggjararnir væl ímóti tilboðnum at fáa fleiri høvi at síggja tær føroysku sendingarnar. Kanningin, sum varð gjørd í november, vísir, at í meðal 16,3% av øllum føroyingum yvir 15 ár, ella 5640 fólk, hyggja eftir føroyskum sendingum, tá tær verða sendar aðru og triðju ferð.
Mikkjal Helmsdal sjónvarpsstjóri sigur, at hann ikki hevur viljað gjørt viðmerkingar til nógvu atfinningarnar ímóti endursenda tilfarinum. Men nú hevur hann fingið sjón fyri søgn, at tað loysir seg.
? Sjónvarpsmynstrið í dag er øðrvísi enn fyri bert fáum árum síðan. Tá sat hyggjarin og hugdi, hvørja ferð okkurt føroyskt kom á skíggjan, men tað kunnu vit ikki rokna við longur, tí tilboðini eru so nógv. Tí geva vit fólkum hendan møguleikan at síggja sendingarnar aftur, og vit kunnu bara staðfesta, at fólk taka væl ímóti tilboðnum, sigur Mikkjal Helmsdal.
Kanningin staðfesti eisini nógv av tí, sum vit longu vistu, og hon hevur ikki givið stjóranum nakað óvæntað. Sjónvarp Føroya hevur stak góða undirtøku millum fólk, og tað fegnast stjórin sjálvandi um.
? Hendan kanningin skal brúkast til at leggja programmpolitikkin eftur, og vísa hvar vit flóta. Hon vísir, at hyggjarin fyrst og fremst hevur áhuga í føroyskum tilfari. Sostatt skulu vit satsa upp á føroyskt tilfar saman við útlendskum góðskutilfari, sigur Mikkjal Helmsdal.
Einasta lítla vónbrotið í kanningini er, at sendingin SATSA ikki hevur fingið betri undirtøku, tí nógv orka er løgd í ta sendingina. Hinvegin síggja tølini betri út, tá endursendingarnar verða tiknar við, tí tá liggur hyggjarskarin oman fyri 50 prosent.
? Uttanlands verður sagt, at um rating-talið er oman fyri 40, so eru tey væl fyri. Um samanborið verður við útlendskar sjónvarpsrásir, so kunnu vit bara vera væl nøgd, sigur Mikkjal Helmsdal.
Frameftir skulu seks hyggjarakanningar gerast um árið. Tær skulu vera eitt fast amboð hjá sjónvarpinum at leggja ætlanir eftir. Tað verður kanska serliga áhugavert, nú sjónvarpslandslagið fullkomiliga er kollvelt.