- Arbeiðið at endurreisa varðar og betra um bygdagøtuna á Gjógvaráfjalli er byrjað. Bygdagøtan er gamla farleiðin millum Vág og Fámjin.
Tað siga tey í Vágs kommunu í dag.
- Fyrr í ár varð kunna um arbeiðið at menna og skipa ferðavinnuna í Vági og nýggj rás niðan til Rávuna og gongutúraskeltið til Eggjarnar og Rávuna var gjørt.
Í Vági siga tey, at ein onnur verkætlan er í gongd í løtuni. Henda verkætlan vendir sær bæði til tey lokalu og ferðafólk, sum koma á vitjan í Vági.
- Verkætlanin er at endurreisa 16 varðar á Gjógvaráfjalli og niðan í móti vegnum til Fámará. Talan er um arbeiðið at endurreisa gomlu varðarnar, sum eru falnir ella blivnir burtur við árunum.
Umframt arbeiðið við varðunum, verða eisini bláir varðasteyðrar settir niðir. Hesir steyðrar knýta rásina, sum byrjar við Traðarveg á Gjógvaráfjallinum og fyrsta varðan á bygdagøtuni.
- Eisini verða garðstíggj gjørd, soleiðis at gongufólk lættari sleppa um hegnini.
Í Vágs kommunu siga tey, at tá hetta arbeiðið er gjørt, verður nýtt gongutúraskeltið sett upp við Traðarveg, har rásin til bygdargøtuna byrjar.
- Gongutúraskeltið lýsir túrin eftir bygdagøtuni millum Vág og Fámjin, har møguleiki er eisini at fara oman í Botn, verður lagt aftrat.











