Endurnýtslusøla stuðlar undir viðgerðarheim

Endunýtsluhandilin hjá Bláa Krossi Føroyar á Bakka á Glyvrum hevur selt fyri meira enn 250.000 krónur, síðan hon læt upp í februar í ár.

- Sølan hevur gingið væl, og vit fegnast um, at fólk á Skálafjørðinum og aðrastaðni kring landið hava tikið so væl undir við endurnýtsluhandlinum.

Tað sigur Frants Jensen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi, við heimasíðuna hjá Nes kommunu.

Arbeiðið í Endurnýtsluhandlinum verður alt gjørt av sjálvbodnum fólki, og tí eru ikki so nógvar útreiðslur, hóast nakað var av útreiðslum í sambandi við, at handlin læt upp.

- Vit hava fleiri sera raskar og trúfastar menn, sum brúka nógva tíð í handlinum. Teir bæði selja, mála og seta ting í stand, sum so kunnu seljast aftur. Teir skulu hava eina stóra tøkk fyri teirra arbeiði, tí uttan teir, hevði tað ikki borið til, sigur Frants Jensen.

Yvirskotið frá Endurnýtsluhandlinum fer til arbeiðið hjá Bláa Krossi Føroya.

- Vit hava tørv á nógvum peningi, nú farið verður í gongd við at byggja nýtt viðgerðarheim á Nesi, sigur aðalskrivarin.