Endurnýtslan: Win-win fyri Bláakross

Blái Krossur fer nú at víðka um virksemið innan endurnýtsluna. Hetta verður gjørt í samstarvi við Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunum.

Ein fylgja av hesum er at handilin "Endurnýtslan” letur upp á Bakka á Glyvrum í morgin klokkan 14.

Endurnýtsluvirksemið hjá Bláa Krossi byrjaði við Blákrossbúðini í Havn. Fyri tveimum árum síðani lat Blákrossbúðin upp í Runavík og nú letur Blái Krossur upp handil og verkstað á Glyvrum.

Meðan Blákrossbúðirnar leggja seg einamest eftir at selja góð og brúkt klæðir, kemur ”Endurnýtslan” at selja brúkslutir av øllum handa slag, so sum borð, stólar, lampur, sengur og súkklur.

Her verður verkstaður, har menn kunnu koma saman at taka hond í og umvæla lutir, og samstundis hava tað hugnaligt saman. Alt hetta verður rikið av sjálvbodnum.

Endamálið við hesum tiltakinum er at fáa inntøkur til fjølbroytta virksemi hjá Bláa Krossi.

- Men harumframt er tað eisini ein sosialur aktivitetur, gagnar umhvørvinum og gevur fólki møguleika fyri at keypa ymiskt fyri ein bíligan penga. So hetta er ein win-win støða fyri øll, sigur Hjalmar Hansen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi.