Endurnýtsla í Vági

Um vikuskiftið verður eitt serligt grønt átak í Vági, sum hevur til endamáls at fáa fólk at hugsa seg um áðrenn tey bara tveita burtur og keypa nýtt. Tvørturímóti er endamálið at vísa fólki, at tað, tey tveita burtur, saktans kann verða til gleði og gagns hjá onkrum øðrum.

Tiltakið verður í Framtíðini í Vági og har kunnu fólk koma við brúktum barnaklæðum, leikum og barnaútgerð annars, og lata tað inn.

Somuleiðis stendur tað øllum er frítt at koma í Framtíðina at fáa sær ymiskt heim við, sum onkur hevur latið inn.

Tey hava lagt tað soleiðis til rættis, at í morgin, fríggjadagin kunnu fólk koma við teirra klæðum og lutum frá klokkan 17 til 19.

Leygarmorgum fra klokkan 10 til 13 kunnu fólk koma og fáa sær tað tey vilja hava, men tá ber eisini til at lata lutir inn

Sunnudagin frá klokkan 15 til 18 er opið og tá kunnu øll at koma at fáa sær tað tey hava brúk fyri.

Fyrireikararnir vóna, at fólk taka væl undir við átakinum.

Endamálið er at fáa okkum at hugsa um natúruna, eisini tá ið tað snýr seg um klæðir, leikur og barnutgerð og endamálið er eisini at royna at broyta inngrógvnu mentanina um at brúka, tveita burt og keypa nýtt.