Andrias Petersen, løgtingsmaður
Valevni til fólkatingið
Breiða ABC-samgongan er samd um at endurnýggja støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum við at fáa samtykt eina yvirtøkulóg, sum heimilar Føroya Løgtingi at yvirtaka øll mál uttan tey, sum viðvíkjað sjálvari ríkiseindini, um Føroya Løgting tekur undir við hesum.
Hervið nýtíðmansgera vit heimastýrislógina, sum tosa hevur verið um líka síðan 1988, tá javnaðarflokkurin kom fram við hugskotinum um eina endurnýggjan av heimstýrislógini, tað sokallaðu sjálvstýrislógina.
Eydnast hetta okkum, hava vit loyst tann størsta knútin í sambandinum millum Føroyar og Danmark og kunnu framhaldandi verða í ríkisfelagsskapinum, har ríkiseindirnar verða meira líka, samstundis átti tann óvirðiligið konfrontatiónspolitikkurin at hildi uppat.
Høvuðsmálið í politikkinum hjá javnaðarflokkinum er, at vit skulu menna okkum sum samfelag og skipað so fyri, at livikorini í Føroyum eru á hædd við londini rundan um okkum, so at vit ikki verða afturútsiglt í kappingini.
Við einum endurnýggjaðum ríkisfelagsskapi hava vit allar møguleikar fyri at skapa eitt gott samfelag, har fólkið vil støðast og mennast, soleiðis at tað eisini verður gott at vera føroyingur í framtíðini.
Eitt javnaðarumboð á fólkatingi vil áhaldandi arbeiða fyri hesum málið.
Vel tí javnaðarflokkin!










