Endurnýggjað mentanaravtaluna

Føroyar, Grønland og Ísland hava endurnýggjað samtarvsavtaluna millum londini á mentanarøkinum. Hósmorgunin undirskrivaðu partarnir avtaluna á nýggju og stásiligu Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn

Hósmorgunin undirskrivaðu Føroyar enn eina samstarvsavtalu á mentanarøkinum. Herfyri kom ein mentanaravtala í lag við Hetland, og hósmorgunin varð ein líknandi samstarvsavtala undirskrivað við Grønland og Ísland. Avtalan varð undirskrivað á nýggju og stásiligu Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.
Tað eru mentamálaráðharrarnir í Útnorðurlondunum sum standa fyri samstarvsavtaluni. Føroyar, Ísland og Grønland hava síðan tíðliga í nítiárunum havt eitt skipað mentanarsamstarv, og nýggja avtalan millum londini er eitt framhald av gomlu avtaluni. Avtalan er galdandi í trý ár, og kemur í gildið 1. januar 2004

Økja samstarvið
Endamálið við samstarvsavtaluni er at økja samstarvið í Útnorði á mentanarøkinum. Avtala er eisini um at samstarva innan ítrótt, sjálvboðið barna- og ungdómsvirksemi, umframt á undirvísingar- og granskingarøkinum.
Londini eru á einum máli um, at nøkur økið skulu komandi trý árini raðfestast hægri enn onnur. Í 2004 fara Føroyar, Ísland og Grønland verður økið "sjálvboðið barna- og ungdómsarbeiði raðfest fremst. Í 2005 eru tað bókmentir, og í 2006 verður tað søgan hjá Útnorði, sum verður hægsta raðfesting.

Mynd: undirskrift

Mynd: Álvur Haraldsen