Hvussu var at liva seinast í nítjundi øld og fyrst í tjúgundu øld í Havn? Í sínum endurminningum Memoirer og Autobiografi fortelur Sámal á Krákusteini um, hvussu tað var at upplivað endan av einahandilstíðini, at vera við til at kalla inn til víðagitna jólafundin 1888 og virkað í tøttum samstarvi við danska embætismannavaldið. Søgurnar eru ofta dramatiskar, sum tá frásøgumaðurin var við til at berjast fyri rættindum hjá havnafólkum, tá ið um træðir ráddi og enntá setti enskum trolaraskipara revolvaran fyri pannuna.
Samuel F. Samuelsen, vanliga nevndur Sámal á Krákusteini, eftir staðarnavninum har hann búði, skrivaði alt sítt lív. Í hesi bókini greiður Samuel sjálvur frá. Ljós verður varpað á tíðina frá 1852 til 1930 við Havnini sum miðdepli og lívinum hjá einum, ið livdi tá sum tænastu-, traðar- og útróðrarmaður.
Bókin er á tremur av myndum frá tíðini.
Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út.
ave-









