Endurhoyr seinastu løtuna: Kyndil-VÍF 24-25

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr seinastu løtuna, tá VÍF kvinnurnar koppaðu Kyndli

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinastu dramatisku løtuna av oddadystinum í hvonndeildini millum Kyndil og VÍF, sum VÍF vann 25-24 við seinasta kastinum í dystinum. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2.

 

Tað ótrúliga var, at Kyndil hevði eina greiða leiðslu í steðginum 14-9, men í seinna hálvleiki komu vestmannakvinnur sterkt aftur.

 

Brynja Rógvadóttir var veruliga "Woman of the match" við 13 málum, og tað fall eisini henni í lut at skjóta sigursmálið við einum brotskasti í seinastu løtu.

 

Neistakvinnur vunnu 28-21 á VB suðuri í Vági. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á. Hálvleiksstøðan var javnleikur 13-13.

 

Støðan í hvonndeildini =

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin133212437823
2Kyndil143292656420
3VÍF133403132717
4Stjørnan13271341-709
5StÍF13258310-526
6VB12251298-473