TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sjey minuttir við hæddarpunktum frá HM-dystinum millum Føroyar og Noreg, sum Noreg vann trygt 29-23 aftaná at hava verið á odda 15-8 í steðginum.
Í ljóðbrotinum hoyra vit hvussu tað ljóðaði, bæði tá føroyska liðið nærkaðist einum skrædli, og tá føroyska liðið vann seg heiðurliga upp aftur, og endaði dystin væl.
Tróndur Arge segði frá á Rás2, og Pole J. Hansen var viðmerkjari.
Sunnudagin klokkan 18 sigur Rás2 frá HM-dystinum millum Føroyar og Týskland.