Endurgjald fyri niðurlagdar sjóvegis farleiðir

Landsstýrið heldur, at tað skal bera til at rinda kommunum endurgjald í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá SL verða lagdar niður

Fnnbogi Arge, landsstýrismaður, leggur nú uppskot til løgtingslóg um endurgjald til komunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.

Í viðmerkingunum, sigur Finnbogi Arge, at endamálið við lógaruppskotinum er at gera almennar lógarreglur um, hvussu verða skal við fíggjarligu viðurskiftunum millum land og kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins (SL) til ella frá kommunalum havnum ella bryggjum verða lagdar niður.

Fyri skip hjá SL í sigling innannlands eftir eini ferðaætlan, og fyri vørur, sum verða fluttar við teimum, verður rindað eitt fast, mánaðarligt gjald, sum verður ásett av Landsverkfrøðingsstovninum eftir samráð við Starvsnevnd Føroysku Havna og SL eina ferð um árið tann 1. juni at galda fyri komandi fíggjarár.

? Samlaða árliga gjaldið frá landinum til kommunurnar eftir omanfyri nevndu reglum er uml. 4 mió. krónur. Verður farleið til kommunu løgd niður, fær kommunan ikki hesar inntøkurnar, vísur Finnbogi Arge á í viðmerkingunum.

Og víðari verður sagt, at eftir vanligum endurgjaldsreglum hevur kommunan einki juridiskt krav mótvegis landinum, um sjóvegis samband verður niðurlagt, og einki annað serligt grundarlag er fyri at rinda kommununum endurgjald í tí sambandinum.

? Eftir uppskotinum verður endurgjaldið ásett sum ein samlað upphædd, svarandi til samlaða gjaldið frá landskassanum í 5 ár fyri sigling til kommununa. Grundarlagið fyri útrokningini er árliga miðalinntøkan av gjøldunum hjá kommununi seinastu 3 árini undan niðurleggingini.

? So hvørt, sum annað samband verður stovnsett millum oyggjarnar, verður sjálvandi aktuelt at niðurleggja sjóvegis sambandið, sum er í dag, og her verður sambandið Vestmanna -Oyragjógv kanska fyrst aktuelt. Við teimum gjøldum, sum í dag eru galdandi, hevði niðurleggingin av hesum sambandinum kostað landskassanum uml. 3 mió. kr, sum hevði verið tilsvarandi inntøka hjá kommunukassanum, sigur Finnbogi Arge m.a. í viðmerkingunum til uppskotið.