Endurfíggja lán til lægri rentu

Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum svaraði spurningi frá Bárði Nielsen, Sambandsflokkurin, um hví rentan lækkar so nógv

Ein endurfígging av einum stórum lán hjá landskasssanum fer at gera, at rentan verður munandi minni komandi árini, enn hon hevur verið til nú.

 

Talan er um eitt milljarda lán, har sum rentan higartil hevur verið millum trý og fýra prosent.

 

Tá ið hetta lánið verður endurfíggjað metir Fígging Landsins, at rentan verður á leið eitt prosent,.Tað fer at spara landskassanum fyri umleið 40 milliónir krónur í rentum, segði landsstýriskvinnan.