Hóskvøldið varð ein ætlan løgd fram um at endurbyggja bóndagarðin hjá Nólsoyar Páll í Klaksvík.
Nólsoyar Páll virkaði stóran part av sínum vaksna lívi í Klaksvík, og í umleið 1804 bygdi hann bóndagarð á Biskupstøð. Garðurin var bygdur eftir føroyskum byggisiði, men var alíkavæl øðrvísi enn aðrir føroyskir garðar.
Garðurin hjá Nólsoyar Páll var bygdur við fýra lonum kring eitt væl vart steinsett tún og stóð í 120 ár á Biskupstøð.
Nú er ætlanin at endurbyggja garðin eitt steinkast frá staðnum, har upprunaligi garðurin stóð.
- Garðurin skal byggjast á so trúligan hátt sum til ber, og samstundis skulu húsini gerast nýtilig til nútíðarnýtslu, sigur Archibald Black, sum er høvuðsmaður í ætlanini.
Hetta verður gjørt fyri at varðveita minnið um Nólsoyar Páll, og eitt Nólsoyar Pálls savn fær innivist í húsinum, sum harumframt verður nýtt til onnur serlig høvi.
Ætlan gjørd
Ein ítøkilig ætlan um byggingina av garðinum er gjørd. Í ætlanini er frágreiðing um gamla bóndagarðin, og hvussu hann kann endurskapast nú á døgum. Skitsur og tekningar eru gjørdar, og eisini er eitt modell gjørt.
Kostnaðarmetingin sigur, at sjálv byggingini kostar góðar tríggjar milliónir krónur, men afturat tí kemur kostnaðurin at fáa lendi og gera tað byggiklárt.
Ætlanin er, at garðurin hjá Nólsoyar Páll skal brúkast til mentanartiltøk, móttøkur, smærri veitslur og annað.
Teir, sum eru við í Áhugafelag Nólsoyar Páll eru Archibald Black, Finnur Kjølbro, Líggjas í Bø og Anfinn Kallsberg.