Endin má ikki verða at prísurin á streymi hækkar

Tað er gott, at SEV sleppur at lækka prísin til summi viðskiftafólk, men tað er neyðugt at ansa eftir

Hetta má vera eitt amboð hjá SEV til at lækka prísin á streymi.

 

Tað siga tey í Føroya Arbeiðarafelag, nú samgongan fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at geva SEV heimild til at lækka prísin á streymi, sum fólk brúka til at hava hitapumpur gangandi og til elbilar.

 

Í sambandi við elbilarnar, segði Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, at endamálið er, at fólk skulu fáa bíligari um náttina til at løða elbilar um náttina.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at SEV fær heimild at lækka prísin hjá summum brúkarum, so at  avlopsorkan, sum serliga er um náttina, kann gagnnýtast betur.

 

Verður elnýtslan javnari býtt ímillum nátt og dag, batna umstøðurnar at gagnnýta varandi orkuna, og sum minkar tørvurin á útbyggingum, halda arbeiðsgevararnir.

 

Tó halda teir, at SEV átti at fingið rúmari ræsur at lækka prísin, so at privata vinnan eisini kundi fingið bíligari streym, serliga um náttina, tá ið avlopsorka er tøk.

 

Annars ávarar Arbeiðsgevarafelagið um at ansa eftir, hvørja fíggjarliga ávirkan, hetta fer at fáa á SEV, og sostatt eisini á, hvussu hetta fer at ávirka prísin á streymi sum heild.

 

– Eydnast tað at leggja ein part av elnýtsluni til um náttina, kann størri partur av avlopsorkuni gagnnýtast, og tað er helst ein fyrimunur fyri SEV.

 

Í tann mun, fólk leggja um til hitapumpur og elbilar, fer tað at økja inntøkurnar hjá SEV, tí so verður meiri streymur brúktur.

 

Hinvegin má SEV helst eisini byggja út at nøkta tørvin á streymi og tí eigur at vera mett um, hvussu hetta fer at ávirka fíggjarligu støðina hjá SEV, og sostatt eisini prísin á streymi

 

– At SEV fær heimild at lækka prísin, má ikki enda við, at vanligi elprísurin hækkar. Heldur eigur hetta at verða eitt amboð hjá SEV at lækka elprísin sum heild, so at kappingarførið hjá Føroyum batnar.