Endiliga vann Uni

Dart: Jan McIntosh hevði ikki tapt ein “Kup” dyst í trý ár, men leygarkvøldið vann Uni Árting

Uni Árting vann leygarkvøldið FM í dart fyri menn. Longu í áttandapartsfinaluni vóru nógvir spennandi dystir. Serliga dysturin millum Una Árting og fyrrverandi fleirfalda FM-vinnaran, Remy Gaardlykke, bleiv spennandi.

 

Remy Gaardlykke kom á odda 3-0, men Uni Árting bardi seg upp á 3-2, áðrenn Remy kom á odda 4-2. Nú væntaðu tey flestu, at Uni Árting var knekkaður, men við eini ótrúligari styrki vendi hann dystinum og vann 5-4, skrivar Dartsambandið.

 

Hinar áttandapartsfinalurnar vóru nøkulunda sum vænta. Tá komið var fram til fjóringsfinalurnar vóru dystirnir hesir:

 

Jan McIntosh - Marjus Hansen 5-0

 

Esmar Mikkelsen - Jón Johansen 5-4

 

Uni Árting - Gunnar Mouritsen 5-2

 

Allan við Rætt - Jan Erik Fjallstein 5-3

 

Ikki so óvæntað úrslit, men tó vóru dystirnir sum Esmar og Allan vunnu sera spennandi og kanska eitt sindur óvæntað, at báðir vágamenninir, Jón og Jan Erik, longu ruku út. Hálvfinalurnar vóru so ímillum Jan McIntosh (HDF) - Esmar Mikkelsen (Pílar og Skot) og Una Árting (HDF) - Allan við Rætt (D9) Jan og Uni gjørdu bart her og vunnnu ávíkavist 6-1 og 6-3.

 

Yvir 12 tímar aftana at fyrsti pílurin var kastaður, var so finalan ímillum liðfelagarnar og landsliðsleikarnar, Jan McIntosh og Una Árting. Jan McIntosh ikki hevði tapt ein cup dyst í Føroyum í yvir trý ár talaði sína søk, men Uni Árting vildi tað øðrvísi.

 

Finalan var 13 sett og gjørdist rættiliga spennandi. Báðir fylgdust allan vegin og við støðuni 4-5 til Jan McIntosh, vendi Uni Árting dystinum og tók trý tey seinastu settini og vann 7-5. Harvið gjørdist Uni Árting FM vinnari 2023

 

Menn:

 

Nr 1 Uni Árting (HDF)

 

Nr 2 Jan McIntosh (HDF)

 

Nr 3 Allan við Rætt (D9)

 

Nr 3 Esmar Mikkelsen (Pílar í Skot)

 

Tvímansleikur:

 

Nr 1 Jan McIntosh og Uni Árting (HDF)

 

Nr 2 Jan Erik Fjallstein og Jón Johansen (VDF)

 

Nr 3 Petur Thomsen og Gunnar Mouritsen (HDF)

 

Nr 3 Allan við Rætt og Heri Kallsoy (D9)

 

##med2##