Endiliga sleiti í

Fyri fyrstu ferð í næstan tríggjar mánaðir kundu fólk í Bergen í gjár fegnast um, at tað regnaði ikki. Tað er einki at siga til, at fólk vóru fegin í gjár, tí tá hevði tað regnað hvønn einasta dag síðani 29. oktober ella í samfullar 84 dagar. Annars hevur tað kavað nógvastaðni í Noregi teir seinastu dagarnar, men ikki í Bergen. Veðurmenninir siga, at tað skuldi kava eitt sindur í dag, men at tað væntandi fer aftur at regna mitt í vikuni.