Jákup Mikkelsen hevur spælt millum lítið og einki á besta liðnum hjá Molde, síðani tað varð farið undir norsku landskappingina. Eftir stuttan summarsteðg fyrireika norsku feløgini seg nú til seinnapartin av kappingarárinum. Fyrsti dysturin í landskappingini verður seinnapartin nú leygardagin, tá Molde á heimavølli skal spæla ímóti Odd Greenland úr Skien. Umframt at vera landskappingardystur, so er dysturin eisini liður í árligu jassvikuni, sum teir halda í Molde í hesum døgum.
Um Jákup Mikkelsen fer at fáa møguleikan leygardagin og í komandi landskappingardystunum man vera rættuliga ivingarsamt. Men mikukvøldið slapp hann framat á besta liðnum í ein hálvleik.
Viborg úr donsku superliguni fyrireikar seg til nýggja kappingarárið, og teir vóru mikukvøldið í Molde, har tað hesa vikuna er veitslurómur.
Eddie Gustafsson vardi Molde málið í 1. hálvleiki, men eftir steðgin fekk Jákup Mikkelsen høvi at standa andlit til andlit við Søren Frederiksen og hinar álopsspælararnar, sum Jákup so ofta spældi ímóti, tá hann og Herfølge vóru í superliguni.
Eftir 1. hálvleik var Viborg á odda 1?0. Málið fingu teir, tá nítjan minuttir vóru farnir. Michael Nonbo stútaði bóltin í kassan eftir innlegg úr høgru.
Ì 2. hálvleiki fekk Viborg einki mál, meðan Molde fekk tvey. Tað fyrra varð stútað, tá hálvleikurin bara var tveir minuttir gamal, og tað seinna varð skorað, tá tríggir minuttir vóru eftir. Í báðum førunum var Andre Schei Lindbæk, sum bara spældi við í 2. hálvleiki, málskjútti. Í 2. hálvleiki misnýtti Molde eitt brotsspark.
Norskir fjølmiðlar gera burturúr, at 24 ára gamli Molde málskjúttin ætlar sær at rýma úr felagnum. Sáttmálaskeiðið verður liðugt á nýggjárinum, og álopsspælarin hevur boðað frá, at hann er áhugaður í at spæla aðra staðni. Stóri dreymurin er at sleppa framat í Italia. At áhugin hjá Andre Schei Lindbæk ikki er so stórur at halda fram í Molde hevur havt við sær, at venjarin, Gunde Bengtsson, ikki so ofta ta síðstu tíðina hevur givið honum møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu. Eftir at hann skoraði tvey mál ímóti Viborg verður torført at halda honum á beinkinum.









