Tað hevur leingi verið soltið hjá Tottenham, sum fýra ferðir á rað ikki hevur vunnið fulla úrtøku í landskappingini. Síðsti sigurin var fimta november.
Í dag bragdaði aftur, tá ið Stoke varð sent til hús við 5-1 tapi. Sigurin ber við sær, at Tottenham – í hvussu so er inntil í morgin – er á fimta plássi. Í morgin hevur Arsenal møguleika at taka seg fram á fimta plássið. Soleiðis verður tað, um tað eydnast at vinna í Southampton.
Chelsea er framvegis á triðja plássi, men í dag gekk ikki væl. Ofta verður sagt, at grannauppgerðirnar í London eru tættar uttan mun til, hvar liðini eru á støðutalvuni. Hóast West Ham er undir strikuni, so eydnaðist tað at vinna 1-0 á heimavølli ímóti Chelsea. Málið varð skorað beinanvegin.
Burnley er framvegis við í kappingini um europeisku plássini. Í dag vann Burnley 1-0 á heimavølli ímóti Watford
Leicester City hevði øll stigini við sær úr Newcastle. Sigursmálið til 3-2 var sjálvmál, tá ið tað restaðu fýra minuttir.
Í morgin vera tríggir dystir: Southampton-Arsenal, grannauppgerðin millum Liverpool og Everton, og so verður toppdystur í Manchester, har United, sum er næstfremst, fær vitjan av toppliðnum City. Manchester City er átta stig frammanfyri Manchester United.
Úrslitini ídag
Newcastle-Leicester 2-3
Crystal Palace-Bournemouth 2-2
Tottenham-Stoke 5-1
Swansea-West Bromwich 1-0
Huddersfield-Brighton 2-0
Burnley-Watfrod 1-0
West Ham-Chelsea 1-0










