Tað hevur leingi verið ógvuliga tungt hjá uppflytarunum í FC Suðuroy. Eftir javnleik á heimavølli ímóti B36 í fyrsta umfari vann FC Suðuroy 2-0 í Klaksvík í øðrum umfari. Tað var 13. mars. Síðani hevur FC Suðuroy spælt seks dystir uttan at hava vunnið stig.
Í dag vóru teir næstbestu hjá EB/Streymi á Vágseiði, og nú bragdaði aftur hjá FC Suðuroy, sum vann 2-1.
Sigursmálið varð skorað smáar tíggju minuttir undan leikloki, tá ið Reidar Dahl Joensen við høvdinum setti bóltin í málið eftir horna úr vinstru, sum Kári Kjærbæk tók sær av.
Heimaliðið hevði lotið undan í fyrra hálvleiki. Miðskeiðis í hálvleikinum vunnu heimamenninir bóltin eitt vet aftanfyri miðstrikuna. Miðverjin Dennis Rasmussen Nielsen smekkaði til, og bólturin sigldi undan lotinum og í netið aftanfyri Jóannes Danielsen í málinum hjá EB/Streymi.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Magnus Jarnskor til 1-1, tá ið hann eftir uppspæl í høgru sendi bóltin flatt og í handara síðunetið, men tað eydnaðist heimaliðnu at svarfa aftur ogskora sigursmálið.
Nú hava bæði EB/Streymur og FC Suðuroy sjey stig.
Hósdagin, Kristi himmalfarsdag, skal FC Suðuroy spæla á Skála, og EB/Streymur fær vitjan av Víkingi.