Endiliga eydnaðist tað hjá Christian Høgna

Vánirnar fyri plássið í Vejle álopinum tykjast hampuligar, men kappingin um tey bæði fremstu plássini er rættuliga stór

ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen

Annað vikuskiftið verður sjøtul settur á kappingina í næstbestu donsku deildini. Christian Høgni Jacobsen stríðist av lívsins kreftum fyri at vinna sær pláss á liðnum hjá Vejle, og tað tykjast vera møguleikar fyri, at tað fer at eydnast.
Vejle venjarin, Frank Petersen, tykist hava vónir um, at nytta skal fáast burtur úr føroyska spælaranum. Í hvussu so er hevur Christian Høgni fingið møguleikan í fleiri venjingardystum. Leygardagin var hann annar av álopsmonnunum, tá nýggja liðið í superliguni, Køge, var í Vejle.
Christian Høgni Jacobsen spældi fyrsta tíman, og tað er heilt víst, at hann fer at fáa nýggjar møguleikar at vísa, hvør dugur er í honum. Fimm minuttir undan hvíldini fór Vejle í snarálop. Christian Høgni varð spældur leysur, og hann var púra kaldur, tá hann gjørdist einsamallur við Køge málverjanum. Bólturin varð sendur flatt framvið málverjanum, og sjálvandi var tað ein sonn fragd fyri Christian Høgna, tá bólturin fór í málið, og Vejle var komið á odda 3?1.
Í vár var fleiri ferðir tætt við, at Christian Høgni skoraði fyri Vejle. Eitt nú restaði heilt lítið í, eftir at hann hevði framt gott einmans avrik í Parkini ímóti FCK. At vera álopsspælari og ikki at skora mál er sjálvandi sera tyngjandi. Soleiðis man Christian Høgni hava kent tað. Leygarkvøldið skoraði hann fyri fyrstu ferð fyri Vejle, og so er at vóna, at orðatakið, at har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi, fer at passa í hesum førinum.
Chrisitan Høgni var millum teir fyrstu ellivu á Vejle liðnum. Teir vóru á odda 3?1, tá tað var hálvleikt. Hóast Køge kom á odda í 20. minutti, so var heimaliðið spælstýrandi allan 1. hálvleik, tá teir skoraðu í 22., 23. og 40. minutti.
Beinanvegin eftir steðgin komu tríggir nýggir Vejle spælarar á vøllin, og seinni vórðu tríggir afturat skiftir út. Teirra millum var Christian Høgni Jacobsen.

Nýggjur kappingarneyti
Hóast venjarin higartil hevur givið Christian Høgna Jacobsen møguleikan, so skal tað arbeiðast nógv fyri at sleppa framat, tí kappingarneytarnir eru nógvir.
Í hesi vikuni fer Vejle ivaleyst at skriva sáttmála við ein nýggjan álopsspælara. Hann eitur Michael Blom. Hann hevur spælt í Vorup. Tær seinastu vikurnar hevur hann royndarvant í Vejle, og hann hevur gjørt góða reklamu fyri sær sjálvum. Í dystinum leygarkvøldið javnaði hann til 1?1, og hann átti næstsíðsta fótin á, tá Vejle skoraði til 2?1. Venjarin rósar nýggja manninum heilt nógv.
Tá Christian Høgni í 61. minutti fór av vøllinum, kom ein, sum eitur Kristian Nielsen inn, og tá Michael Blom fór av vøllinum átta minuttir seinni, kom Kenneth Knudsen inn. Tá var tað ikki so nógv álopsspælið, sum tað snúði seg um, men heldur at verja leiðsluna, sum Vejle hevði fingið ímóti superligu liðnum. Køge minkaði í 72. minutti um munin til 3?2, men teir megnaðu ikki at javna.
Longu seinnapartin í gjár var næsti venjingardysturin hjá Vejle á skránni. Tá spældu teir á sama vølli sum ímóti Køge ímóti superliguliðnum hjá AaB.