Endiliga eydna?ist ta?

Mikukvøldi? eydna?ist ta? fyri fyrstu fer? nakrantí? hjá San Marino at vinna ein landsdyst í fótbólti

ALTJÓ?A FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen

Tolin trívst. Solei?is plagar at ver?a tiki? til. Nú kunnu teir, sum hava vi? fótbóltslandsli?i? í San Marino at gera, skriva undir upp á, at ta? er naka? um or?ataki?. San Marino hevur spælt fótbóltslandsdystir sí?ani í 1990, og mikukvøldi? vunnu teir fyri fyrstu fer? nakrantí?.
San Marino hev?i á heimavølli bjó?a? Liktinstein av. Ivaleyst mundu bá?ir partar vóna? og kanska eisini rokna? vi?, at ta? skuldi eydnast at vinna. Heimali?i? vann 1?0. Máli? fingu teir longu, tá i? fimm minuttir vóru farnir. Málskjútti var Andy Selva, sum er einasti fulltí?ar yrkisspælarin hjá San Marino. Hann spælir vi? seriu C li?num Ferrara.
Føroyar hava tvær fer?ir spælt ímóti San Marino. Ta? var í EM undankappingardystum í 1995. Á Svangaskar?i vunnu Føroyar 3?0, og í Serravalle var úrsliti? 3?0 til Føroyar. Ta fer?ina skora?i Todi Jónsson øll málini. Í Føroyum skora?u Jens Kristian Hansen, Jens Erik Rasmussen og Julian Johnsson.