Endiliga er Game of Thrones trailarin almennur

Um ein góðan mánað blíva vit klókari um lívið og gongdina í Westeros

HBO hevur júst almannakunngjørt trailaran til nýggjastu og síðstu sesong av amerikansku spenningsrøðini, Game of Thrones. At hetta er ein av teimum mest undranarverdu og hugtakandi sjónvarpsframleiðslunum í søguni, er hesin trailarin allarhelst eitt gott dømi um.

 

Nýggja sesongin kemur út 14. apríl, sum er um ein góðan mánað, og har vera átta langir partar í.

 

Trailarin sæst her:

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2FGameOfThrones%2Fvideos%2F393604481192687%2F&amp;show_text=0&amp;width=560" width="560" height="315" style="border:none; overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>

 

Tað eru nógvar milliónir kring allan heimin, sum nú bíða í spenningi eftir at vita, hvussu lívið í Westeros víðari fer fram, og hvussu tað man fara at gangast Jon Snow og restini at berjast ímóti White Walkers.

 

Nú hetta er seinasta sesongin av Game of Thrones, koma vit allarhelst eisini at finna útav, hvør fer at vinna dystin um eyðkendu trónuna - og út frá trailaranum at døma kemur tað ikki at ganga stilt fyri seg.