Endaspurturin avger valið

Veljarakanningin eigur at takast við størsta fyrivarni. Sannlíkt er at stóru flokkarnir fara at liggja lið um lið, og tí fer tað at hava avgerandi týdning fyri úrslitið, hvussu flokkarnir klára seg í orðaskiftinum heldur samfelagsfrøðingur

 


Fólkatingsval



-Henda vikan verður avgerandi fyri, hvør fer at fáa teir báðar fólkatingsmenninar, og tí hevur orðaskiftið í fjølmiðlunum avgerandi ávirkan á, hvussu veljararnir fara at atkvøða 20. november. Hetta sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur í eini viðmerking til veljarakanningina, sum Fynd hevur gjørt fyri útvarpið.


Jógvan Mørkøre sigur, at hóast munur er á teimum fýra stóru flokkunum, so skulu tølini takast við størsta fyrivarni. Hann heldur, at her lættliga kann blíva talan um eitt sera javnt val millum fýra stórar flokkar. -Munurin er ikki størri enn, at tað kann takast aftur. Siga vit, at eini 20 ella kanska 25% ganga leys, so eru tað mong prosent, sum skulu koma uppá pláss til valið. At býta tey javnt út á allar flokkarnar trýr Jógvan Mørkøre ikki uppá.


Hetta er ein kanning, sum er gjørd áðrenn valið og sigur bara nakað um tann dagin fólk verða spurd. Samfelagsfrøðingurin vísir á, at nógvir veljarar liggja og viga ímillum. Atkvøðurnar í dag eru eisini nógv leysari enn tær vóru fyrr.


Jógvan Mørkøre hevur tí einki boð uppá, hvør kann gerast vinnari í valinum: -Hetta er sum í fótbólti. Tað er sjáldan, at tað liðið, sum liggur fremst í fyrstu hálvu endar við at blíva Føroyameistari. So alt kann henda.


Tann flokkurin, sum hevur tyngstu mótbrekkuna sambart veljarakanningini er Fólkaflokkurin, men hann plagar at duga væl at liggja í bakhjóli og so taka seg fram í seinasta umfarinum.


Jógvan Mørkøre sigur víðari, at tað er so nógv óvissa í tølunum, at heldur ikki Tjóðveldisflokkurin skal kenna seg ov tryggan. Við eina kanning undan seinasta fólkatingsvali lá Tjóðveldisflokkurin t.d. eisini væl fyri men endaði við ongan mann at fáa. Tveir flokkar yvirhálaðu hann.


Jógvan Mørkøre heldur tað er týdningarmikið, at vit skilja millum fólkatingsval og so løgtingsval. Við fólkatingsval eru tað tveir persónar, sum skulu veljast og ikki flokkar sum so. Fólkatingsval er so nakað annað enn løgtingsval, tí hugsað verður meira um, hvat andlit skal umboða Føroyar mótvegis Danmark. Tað er nokk minni politikkur og meira umboðan í tí.


Út frá hesi sannroynd royna flokkarnir at koyra spíðskandidatarnar fram, men tað kann so ørkymla eitt sindur, at hesir somu eisini eru millum høvuðsevnini til eitt nú løgmansevni ol.



Løgtingsvalið

Tað ber ikki til at brúka úrslitið av seinastu veljarakanningini sum grundarlag at meta um úrslitið av einum komandi løgtingsvali heldur Jógvan Mørkøre. Hann vísir á, at vit fyrr hava sæð í kanningum upp til fólkatingsval, at tað er meira enn ein triðingur, sum heftir seg við, hvørjir persónarnir eru. Longu har hevur tú eina óvissu. Síðani eru tað eisini atkvøður hjá smærri flokkunum, sum mugu metast at fara til størri flokkarnar, tí tað eru teir, sum fáa fólkatingsmenninar. Og tá er spurningurin, hvussu tær atkvøðurnar fordeila seg.


Vit sóu eisini, at til seinasta fólkatingsval gjørdist Fólkaflokkurin nógv tann størsti, men á løgtingsvalinum datt hann í atvøðutali niður á 3. pláss.


Jógvan Mørkøre sigur, at tað er tó ringt at siga nakað við vissu, tí til hetta fólkatingsvalið er tjóðskaparspurningurin bráddliga vorðin tað allir fokusera uppá, og tað kann gera, at hetta valið verður eitt sindur øðrvísi enn tað seinasta.