Endamálið við at broyta hjúnabandslógina, er ikki fyri at tryggja samkyndum borgarlig rættindi.
Tað hevur Jørgen Niclasen, formaður fyri Fólkaflokkin, illgruna um.
Hann hevur varhugan av, at veruliga endamálið hjá teimum, sum hava sett uppskotið fram, er at kloyva føroyska samfelagið.
Og tað eru nógvir tinglimir, sum stúra fyri, at hetta fer at kloyva bæði samfelag -og fólkakirkjuna.
Tí eru tað fleiri tinglimir í andstøðuni sum vilja hava, at málið fer aftur í nevnd, so at tað kann verða vent og viðgjørt einaferð afturat.
Tað er eisini at kalla full semja um, at samkynd skulu hava síni borgarligu rættindi. Men tað skal bara ikki vera við at tey kunnu giftast.
Tí verður mælt til, at allir flokkar seta seg saman einaferð afturat og royna at finna semju um onkra aðra skipan, okkurt sum líkist skrásettum parlagi, sum tryggjar samkyndum síni rættindi.
Politikarar mæla eisini til, at málið verður beint aftur í nevnd fyri at fáa ivamálið endaliga avgreitt, um kirkjan eisini verður ein partur av hesum, ella ikki.