Tórshavnar Býráð skal nú hava ein miðvísan orkupolitikki. Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og Umhvørvisnevndini í Tórshavnar Býráð, sigur, at endamálið er at minka um útlátið og sostatt at minka um dálkingina.
Og nú hevur býráðið so sett eina nevnd við trimum býráðslimum, sum skulu arbeiða víðari við málinum og seta orkupolitikkin út í kortið.
Orkupolitikkurin skal leggjast við støði í álitinum »Grøna leiðin«, sum býráðið áður hevur gjørt, og har mál eru sett fyri útlát, orkunýtslu og varandi orkukeldur.
– Tað hevur stóran týdning at gera hesi málini ítøkilig, og at kommunan minkar um nýtsluna av dálkandi orkukeldum, samstundis sum at lagt verður um til varandi orku, sigur býráðið. Og samstundis skulu orkusparandi átøk setast í verk.
Tí skal ein arbeiðsbólkur setast við fólki úr fyrisitingini hjá býráðnum at útgreina hetta arbeiðið, men samstundis skal ein politiskur stýrisbólkur setast.
Men avvarðandi á orkuøkinum í samfelagnum verða eisini ein partur av arbeiðinum, og verða tiknir uppá ráð, tá ið arbeiðsbólkurin hevur tørv á hesum.
Og nú er so tann politiski stýrisbólkurin settur og í honum sita Halla Samuelsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, umframt teir báðir býráðslimirnir fyri Tjóðveldi, Jákup Dam og Turið Horn.